Ferðslutrygd mælir frá at hækka hámarksferðina í F

Ferðslutrygd mælir frá at seta hámarksferðina upp á summum vegastrekkjum í Føroyum, sum Bill Justinussen úr Miðflokkinum skjýtur upp. – Í veruleikanum áttu vit at umhugsa, um ferðin ikki átti at verið sett niður onkustaðni, sigur Jón Kragesten, leiðari Dagligi leiðarin á Ferðslutrygd, Jón Kragesten, leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann skal siga, hvussu honum dámar uppskotið um at hækka hámarksferðina millum bygdir. – Tað er eitt beinleiðis samband millum, hvussu skjótt loyvt er at koyra, og hvussu nógvar og álvarsligar vanlukkurnar eru, minnir hann á. Jón Kragesten sigur, at í øðrum londum verður mælt til munandi betur ferðsluviðurskifti, enn vit hava, um hámarksferðin skal upp um 70 km/t. Rátt verður til eitt nú miðverjur og vegøksl, og so eru tað sjálvsagt eisini teir heilt serføroysku vandarnir. (ÚF)

Scroll to Top