Í Evropa er sektin fyri at tosa í fartelefon stiga munandi. Sambært framleiðaranum Jabra, hava fleiri lond ikki einans tvífalda sektarupphæddina, men eisini uppískoytt klippikort-kós yvir bilførarum, sum koyra í teimum londum Í Stóra Bretlandi er sektarupphæddin tvífalda frá 44 til 88 euro, tað sama hevur Belgia gjørt, meðan man í Turkalandi skal gjalda 30 euro og í Noreg 167 euro. Fyri at avmarka ferðsluvanlukkur áleggja tey flestu eruopeisku londini, at ein nýtir tráðleysa loysn sum t.d. Bluetooth-headset, um ein skal tosa í fartelefon í bilinum. (be)