Nýggj revsing á veg til ung sum taka narko

Ung í Århus, sum hava hash ella onnur ólóglig rúsevnir uppi á sær, kunnu risikera í framtíðini at koyrikortið verður tikið frá teimum. Løgreglan í Århus eru í holt við at kanna, hvussu ein tílík revsi atsókn skal fremjast ímóti teimum ungu sum taka rúsevnir um vikuskiftið. – Vit trúgva, at úrslitið við at taka koyrikortið vil hava eina fyribyrgjandi virkan. Umtala um, at ein eisini kann fáa koyrikort frátikið, um ein tekur narko, vil kanska fáa onnur frá at royna tílíkt, sigur løgregluleiðari Bent Preben Nielsen frá Árhus Politi. Um framferðarhátturin verður tikin í nýtslu, so vónar hann, at fleiri hundrað ung vilja blíva avdúka. (be)

Scroll to Top