Tað letur til, at bilførarar misskilja føstu 60 km/t skeltini, ið fyri stuttum vórðu sett upp við Gøtugjógv, Søldarfjørð, Skipanes og Sandavág. Tað verður hildið, at ferðmarkið nú er 60 km/t – eisini í tá ið komið verður inn í bygt øki. Hervið skal verða sligið fast, at í bygdum øki er ferðmarkið framvegis 50 km/t. 60 km/t skeltini, sum nú eru sett upp, eru ætlað sum ein niðurskelting í 80 km/t økinum, ið bert er galdandi fram til gula skeltið Fjølbygt øki. Endamálið er at fáa ferðina nakað niður, áðrenn koyrt verður inn í bygda økið. Hesin framferðarháttur verður eisini nýttur í Danmark, har stórar ferðsluæðrar ganga ígjøgnum bygd økir. Vert er at hava í huga, at koyrir tú skjótari enn 80 km/t á strekkjunum, har 60 km/t er ásett, sleppir tú ikki við eini bót, tú skalt upp til nýggja koyriroynd, áðrenn 3 mánaðir eru farnir og tú missir koyrikortið treytað í 3 ár. Tað er nevniliga so, at har tað við skelti er ásett at vera lægri ferð, enn vanliga galdandi hámarkferðin, skalt tú bara koyra 20 km/t ov skjótt fyri at nevndu avleiðingar gerast virknar – og ikki 30 km/t, sum vanligt er. Mynd: Vilmund Jacobsen (Rff)