Tað vandamiklasta, vit gera í lívinum

Tað kann fáa stórar fylgir, um ein konsentrerar seg um onnur ting, meðan ein koyrir bil, til dømis at geva sínum barni eina suttu, taka ting upp frá dúrkinum, tosa í fartelefon ella eta. Tað kann ikki gerast upp, hvussu nógv eru deyð ella fingið skaða av tílíkum gerðum, men fakta er, gerðirnar kunnu kosta lív. – Baksíðan av trygdini er, at vit hava mist virðingina fyri at koyra. Tað at seta seg aftanfyri eitt rætt er tað vandamiklasta, vit gera í lívinum, sigur René la Cour Shell frá Råder for Større Færdselssikkerhed. (be)

Scroll to Top