Klippikortskipanin hevur verði ein stór succes. Tað er niðurstøðan hjá løgregluni, knapt eitt ár eftir , at skipanin kom í gildið. Tað hevur verði ein ávísur ótti hjá bilførarum at fáa eitt klipp í koyrikortið, sigur leiðarin hjá danska Ferðsluliðnum, Mogens Wilbert. Áðrenn skipanin kom í gildið, var tað um árið skrásett 100.000 ferðslumisbrot, sum vildu givið klipp í kortið. Men longu eitt ár eftir at skipanin hevur virkað, hevur løgreglan einans luta 51.930 klipp. (BE)