Amerikanska Francesca Cisneros frá Arizona í USA hevur altíð skund. Hon hevur nú sett eitt sjáldsamt met. Hon hevur nevniliga fingið 69 bøtur uppá fimm mánaðir. Hon skal gjalda 65.000 krónur Francesca Cisneros hevur fingið bøturnar fyri at koyra ov skjótt í sínum Honda Civic bili. Tann lokala løgreglan hevur ongantíð fyrr givið so nógvar bøtur til eitt fólk fyrr. Hon segði fyri løgreglumonnunum, sum steðgaðu henni fyri ov høga ferð, at hon koyrdi ov skjótt, tí at hon allatíðina er eitt sindur seinkað til fundirnar við kundarnar hjá sær. Kvinnan hevur blakað allar bøturnar burtur, tí at hon roknaði ikki við, at løgreglan fór at gera meira við tað. Men nú skal hon gjalda umleið 65.000 krónur, og hon kann vænta sær at missa koyrikortið.