Missir koyrikortið treytað í 3 ár.

Vegastrekkir har vegarbeiði er, eru skeltir sett upp sum vísa eina lægri ferð ella “bannað er at yvirhála”. Rættiliga nógvir bilførarar akta ikki hesi skeltið og eru til stóran ampa ella vanda fyri hini sum eru á ella við vegin. Fyri at vísa at álvara liggur aftanfyri tílíkar uppsetingar, eigur løgreglan at gera eitt landsumfatandi átak, har bilførarar sum ikki akta tey skeltið sum eru uppset verða revsaði. Eisini skal ein hava í huga, at koyrir tú skjótari enn 20 km/t, sleppir tú ikki við einari bót, men skal upp til eina nýggja roynd áðrenn 3 mánaðir eru farnir og tú missir koyrikortið treytað í 3 ár. Tað er nevniliga so, at har tað við skelti er ásett at vera lægri ferð, enn vanliga galdandi hámarkferðin, skalt tú bara koyra 20 km/t ov skjótt fyri at nevndu avleiðingar gerast virknar – og ikki 30 km/t, sum vanligt er. Um ferðmarkið er lækkað, t.d. á ávísum vegastrekkjum ella í samband við vegarbeiði, kann løgreglan somuleiðis taka koyrikortið beinanvegin frá bilførara, sum í vanligum bili koyrir meira enn 40 km/t skjótari enn enn tað loyvda ferðamarkið á staðnum. (BE)

Scroll to Top