Ruðuleikin er fullkomin!

Bíðitíðin til koyriroyndirnar er ikki til at góðtaka. Næmingar, sum hava teknað seg til koyrikort í tí trúgv, at teir kunnu ogna sær hetta kortið innan fyri eina rímiliga tíð, so tað samsvarar við teirra framtíðarætlanir, t.d. skúlagongd, arbeiði o.a., eru so sanniliga vorðnir gíslar í púrastu líkasælu frá teimum myndugleikum, sum varða av hesum máli. Koyrilærarar og næmingar skulu nú bíða yvir ein og ein hálvan mánað fyri at koma upp til eina koyriroynd. Í Danmark er kravið hægst 14 daga bíðitíð. Koyrilærararnir sleppa ikki av við sínar næmingar, sum hópa seg upp í stórum tali. Henda gongdin er ikki til at góðtaka, hvørki fyri koyrilærarar ella næmingar. Hvørki ríkispolitiið og løgmálaráðharrin í Danmark góðtaka eina bíðitíð, ið fer út um 14 skrivstovudagar. Hóast myndugleikarnir her á landi eru gjørdir varugir við hesa ósømiligu viðferð av næmingum, lata teir ikki við seg koma, men lata eyguni aftur fyri ruðuleikanum. Tað er sera óheppið at seta eina nýggja skipan í verk, tá Akstovan ikki er klár til at útinna heildina á ein góðan og sømiligan hátt. Ráðini eru tískil at landsins myndugleikar játta pening til at seta fleiri próvdómarar í starv – skjótast til ber – (be)

Scroll to Top