Lægri promillumark til ungar bilførarar

ORCD heldur, at myndugleikarnir eiga at lækka promillumarkið fyri bilførarar, sum eru yngri enn 25 ár. Hagtøl benda á, at í 2004 doyðu meiri enn 8.500 ungir bilførarar í ferðsluvanlukkum í teimum 30 OECD-londunum. Tá verður hugsað um bilførarar, sum vóru yngri enn 25 ár. Somu tøl vísa, at 27 prosent av teimum, sum doyggja í ferðsluni, eru yngri enn 25 ár, hóast hesin parturin bert telur umleið 10 prosent av fólkatalinum. Fyri at tálma hesari gongdini mælir OECD politikarunum til at lækka promillumarkið fyri ungar bilførarar, samstundis sum koyrifrálæran verður broytt, so fólk gerast betri bilførarar. (portal.fo)

Scroll to Top