Snarsintir bilførarar frá sær sjálvum.

Mongdin av bilførarum, sum eru út fyri ferðsluvreiði frá øðrum bilførarum, er økt munandi síðan tær fyrstu sakirnar stungu seg upp fyri seks til sjey árum síðani. Í Keypmannahavn eru uml. 50 sakir um árið, hvar æruskemmandi vreiði hevur útvikla seg til eitt kropsligt álop. Vandin fyri at vera fyri ferðsluvreiði er størst í høvuðsstaðarøkinum, har tað eru teir ungu menninir sum hava lættast við at øsa seg upp. Ráði fyri Størri Ferðslutrygd í Danmark vil í komandi árið seta í verk eitt átak fyri at minka um vreiðina. – Vit vilja eggja tey ferðandi til at fara við øðrum, sum tey sjálvi ynskja at vera viðfarin. (be)

Scroll to Top