At tosa í fartelefon er líka vandamikið sum rúsdre

Utah- universitetið í USA, hava í einum bil-simulatorið kannað reaktiónstíðina hjá 40 royndarpersónum, hvar tey høvdu drukkið, vóru edrú, tosaðu við fartelefonini. Trý av teimum sum tosaðu í fartelefonina smekkaðu teirra bil-simulator upp í viðførisrúmi hjá tí frammanfyri koyrandi. Kanningin vísir, at tá ein bilistur, sum tosar í telefon, bremsar, hevur longri tíð at koma aftur í vanliga ferðslu-streymin. Nettoúrslitið, er tí, at tað er til ampa fyri ferðsluna, sigur professarin í  sálarfrøði David Strayer. (be)

 

Scroll to Top