Norski vinnulívsmaðurin Lauri Venøy, hevur fingið eitt genialt hugskot. Hann hevur fingið eina avtalu við eina hospitalketu í USA um at taka ímóti feitti, sum er súgvi út av fólki í eru yvirvektig. Hann meinar at tað er gjørligt at gera feittið til lívfrøðidiesel og soleiðis gera umhvørvisligt og bíligt brennievni, tað skrivar norska Aftenposten.
Lívfrøðidiesel kann framleiðast av plantuolju og djóra feitti. Nú hevur norðmaðurin roknað út, at alt tað feitt, sum yvirvektigir amerikanarar dagliga fáa tikið burtur, kann nýtast skilagott.
Lauri Venøy tekur hvørja viku ímóti 11.500 litir menniskja feittið frá hospitalketuni Jackson Memorial. Hendan nøgdin kann framleiða 10.000 litir lívfrøðidiesel.
Tað verður mett, at meira enn 60 prosent av fólkunum í USA eru ov tjúkk, so tað vil væntandi verða leingi áðrenn hendan keldan verður tømd.
Allíkavæl eggjar Venøy fólk til at eta enn meira, so at hann fær meira feitt til sína verkætlan, skemtar hann við (be)