Fólk, sum brúka fartelefon, eru ikki í størri vanda fyri at fáa krabbamein enn onnur fólk. Ein stór kanning, sum granskarar hjá Kræftens Bekæmpelse hava kunngjørt, sigur, at millum fólk, sum hava fartelefon eru ikki fleiri krabbameinstilburðir enn millum onnur fólk, heldur ikki hjá teimum, sum hava havt fartelefon í meira enn 10 ár.
– Einki bendir á, at hetta at tosa í fartelefon er nakar veruligi vandi, tá talan er um krabbamein. Heldur ikki, um fólk hava brúkt fartelefon í nógv ár. Og heldur einki bendir á, at hetta fer at broytast sum frá líður, sigur Christoffer Johansen, yvirlækni í Kræftens Bekæmpelse.
Hann hevur verið við í kanningunum, har tey hava fylgt knappliga 500.000 fólkum, sum hava fartelefon, í upp í 21 ár. Kanningin er tann einasta av sínum slagi. Til ber at gera slíkar kanningar í Danmark, har sum nógv fólk eru við, tí øll eru skrásett við cpr-tali. Harafturat hevur Danmark heimsins elstu krabbameinsskráseting, hon røkkur heilt aftur til 1943. (ú.f)