Lá fastur undir bili – fekk við knívi skorið seg fram at fartelefonini.
Knívleysur er lívleysur, søgdu tey gomlu, og tað kundi ein maður eisini sanna, tá hann um sjeytíðina í morgun fór út av vegnum á Oyggjarvegnum við støðina í Mjørkadali. Maðurin, sum var einsamallur í einum jeepi, varð slongdur úr bilinum, tá hann fór oman av vegnum. Bilurin rullaði runt, og maðurin kom at liggja fastur við arminum undir høgra hjóli.
Hann slapp ongan veg í øllum kuldanum, sum var, men var so heppin at fáa fatur á knívinum, hann hevði í brókalummanum. Við knívinum fekk hann skorið hol á jakkan, soleiðis at hann fekk fartelefonina, sum lá í jakkalummanum.
Sostatt fekk hann ringt eftir hjálp, og bæði sløkkilið og sjúkrabilur vóru skjót á staðnum. Sløkkiliðsfólkini løgdu luftpumpur undir bilin og pumpaðu hann uppfrá, soleiðis at maðurin slapp leysur. Hann varð síðani fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. (ú.f)