Skipanin við at klippa í koyrikortið kemur í gildi í Føroyum.
Fært tú trý klipp í koyrikortið innan trý ár, missir tú koyrikortið treytað, og ungir bilførarar fáa royndarkoyrikort fyrstu trý árini. Hetta eru nakrar av herðingunum, sum eru ávegis í ferðslulógini, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur lagt fyri landsstýrið.
Broytingar í ferðslulógini hava millum annað við sær, at klipp verða givin fyri brot, sum ikki eru so álvarslig, at tú missir kortið beinanvegin. Reglurnar verða eisini herdar fyri ungar bilførarar, tí hevur tú fingið koyrikortið innan fyri síðstu trý árini, missir tú rættin at koyra longu eftir tvey klipp og noyðist at taka koyrikortið av nýggjum.
Jón Kragesteen er leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og hann fegnast um broytingarnar, sum er ávegis. – Bæði Norra og Danmark hava sett skipanina við klippum í gildi síðstu árini, og har eru royndirnar framúr góðar, sigur leiðarin fyri Ferðslutrygd. (Ú.F)