77.000 klipp

Løgreglan í Danmark lutaði í 2006 ikki minni enn 77.000 klipp í koyrikorti til fólk sum koyrdu ov skjótt á teimum donsku vegunum.

2006, var fyrsta heila árið hjá klippikortskipanini, og í alt vóru latin 76.912 klipp í koyrikortið til bilførarar, sum gjørdu brot á ferðslulógina.

· 61.364 koyrdu ov skjótt

· 5007 koyrdu yvir reytt ljós

· 3533 børn undir 15 ár sum ikki sótu fastspent í trygdarútgerð

· 1320 yvirhildu ikki sína víkiskyldu í krossvegi

· 997 yvirhildu ikki reglugerðina tá tey yvirhálaðu

· 435 høvdu ikki nóg mikið frástøðu til frammanfyri koyrandi

· 4157 fingu klipp fyri at plaserað seg skeivt á vegnum t.d. koyrdu í móti ferðsluni, koyrdu yvir hindursstrikuna , koyrdu í neyðsporinum ella koyrdu vinstra um ferðsluherða.

Tey seinastu 99 klipp vóru latin til bilførarar, sum á ein ella annan hátt framdu onnur brot á ferðslulógina.

Klippiskipanin hevur havt eina jaliga ávirkan við tað at tey samlaðu brotini er fallin við uml. 25% . (be)

Scroll to Top