Óálítandi ferðafella

Ferðafellur hjá løgregluni eru ikki altíð álítandi, vísir ein dómur frá Vanløse. Ein bilførari mátti taka við einari bót fyri at koyra 58 km/t. har hámarksferðin var 50 km/t. sjálvt um myndin frá myndafelluni týðiliga vísti, at hann stóð stillur áðrenn eitt vinstrasving. Hettar kemst av, at strálan frá radaranum hevði kasta aftur framsíðuna á bilinum og skrásett ferðina hjá einum øðrum bili ístaðin., Maðurin varð tí fríkendur og Foreningen for Beskikkede Advokater hava eftir fylgjandi avgjørt at almannakunngera dómin fyri at gera vart við, at mátingar við laser kunnu vera misvísandi. (be)

Scroll to Top