Postboðið til høgru

Kappingarneytin hjá Post Danmark, Citymail, hevur avgjørt at teirra komandi postbilar skulu hava rættið á høgru síðu. Orsøkin er, at postboðið so sleppur undan at fara út úr bilinum á vinstru síðu, har vandin fyri at verða ákoyrdur er størstur, serstakliga inni í býnum.

Cittymail, ið er dótturfelag hjá norska postverkinum, hevur somu meginreglu í Svøríki, uttan trupulleikar, tí meinar felagið at tað er eitt natúrligt valg at gera í Danmark eisini.Rådet for Større Færdselssikkerhed meinar ikki at tað er ein trupulleiki, men at tað í fyrstani krevur tíð at venja seg við umstøðurnar.

Post Danmark vænta ikki at fylgja somu meginreglu, tí teir fyri tað mesta brúka súkklu í miðbýnum. Eisini selja teir sínar postbilar, tá teir skulu skiftast út, og um rættið er á høgru síðu vil tað elva til trupulleikar at koma av við bilarnar tá teir skulu seljast aftur.(be)

Scroll to Top