Koyrilærarar skulu læra sálarfrøði
Et meiriluti á Fólkatingið vil nú endurskoða koyrilæraraútbúgvingina, soleiðis at lærararnir skulu undirvísa í pedagogikki og sálarfrøði. Málið er, at koyrilærarnir skulu vera betri til at broyta hugburðin hjá teimum nýggju bilførarunum, so teir læra, at tað ikki kann góðtakast at koyra ov skjótt ella verða ávirkaði av rúsdrekka. Eisini skulu tey ungu læra hvussu vandamikið amboð ein bilur í veruleikanum er. (be)