Heimsins dýrasta nr.

Heimsins dýrasta fartelefon nummar

20 milliónir krónur. Tað er hvat fartelefonnummarið 666 6666 var selt fyri á einari uppboðsølu í Qatar.

Átta persónar bjóðaðu, tá nummarið kom undir hamaran. Boði byrjaði við 13 milliónir, men var altso selt hægst bjóðandi, sum var upp á heilar 20 milliónir krónur.

666 666 er tí heimsins dýrasta fartelefonnummar. Á øðrum plássi er 8888 8888, sum tann kinesiska fyritøkan Sichuan Airlines lat 3,6 milliónir krónur fyri.

Tað er fyritøkan Telco Qtel , sum skipaði fyri uppboðssøluni og hava ætlanir um at hava tað næstu uppboðssølu í september mánað. Hvat fartelefonnummar kemur undir hamaran, er ikki kunngjørt enn.

Hví tað júst var gravgangur eftir nummarinum 666 6666 eru tað ymiskar frágreiðingar um, umframt 666 er djevulsins nummar, kann talið eisini samanberast við tað arabiska orðið Allah, sum er tað sama sum Gud. (Benny Ejdesgaard)

Scroll to Top