Morð fyri p-pláss

Ein 22 ára gomul kvinna í London lat lív av tveimum skotum í høvdi, tá hon opnaði hurðina fyri einum gesti. Ein 40 árar gamal maður hevur melda seg sjálvan.

Tað var eitt banalt skeldarí um eitt parkeringspláss, sum fríggjadagin kostaði Krystal Hart sum var við barn lívið. Tann 22 ára kvinnan frá Vestlondon náddi einans at opna hurðina, tá tað ringdi uppá, tá hon sá inn í eina pistól sum var lødd við skørpum, og maðurin, sum helt í henni, skeyt. Í somu løtu small hon lívleys til jarðar.

Sunnudagin fyrrapartin meldaði ein 40 ára gamal maður seg sjálvan til løgregluna í London. Hann var komin framvið bústaðnum hjá Harts fyri at handa eitt páskaregg til grannan, tá tað á parkeringsøkinum kom til ilnar ímillum hann og drongin hjá Krystal Harts.

Fáa minuttir aftaná, hann var farin av parkeringsøkinum, ringdi hann uppá hurðina hjá tí unga parinum. Tað var Krystal Hart, sum opnaði, og tað var til alla vanlukku hon og tí ófødda barni tað gekk út yvir.

Leygardagin úttalaði mamma Harts seg til ensku miðlarnar um tann ræðuliga sorgarleik.

– Eg havi ikki einans mist eitt barn, eg havi eisini mist eitt ommubarn undir einum ræðuligum morði á einari kvinnu í sínum besta aldri. Ljósið, hon kastaði á mítt lív, kann tað ongantíð kasta skugga á. (be)

Scroll to Top