Eitt ferðbeist

Eitt ferðbeist við ongum ørmum og bara einum beini hevur aftur valdað politinum í New York trupulleikar.

Sambært Miami Herald misti Michael Wiley báðar armarnar og annað beinið undir einari ravmagns vanlukku, tá hann var 13 ár.

Tann 40 ára gamli maðurin koyrdi í sínum Ford Explorer, undan politinum, sum noyddist at lata hann fara, tí teir fingu ikki fatur á honum.

Maðurin hevur mist koyrikortið fleiri ferðir, nettupp tí honum dámar alt ov væl at koyra alt ov skjótt.

Dagin eftir bleiv Wiley  handtikin í heimi sínum fyri at hava koyrt undan politinum. Wiley hevur ein ferðslu- og narkodóm hangandi yvir sær, sum nú tekur við.

Verður Wiley dømdur, kann hann vænta sær 5 ára fongsul.

Scroll to Top