Paris Hilton aftan rimarnar
45 dagar skal Paris Hilton sita aftan rimarnar
Tann 5. juni skal hon inn at sita í kvinnufongslinum Century Regional Detention Facility.
Sagt verður, at hon skal ikki vænta sær serviðgerð í fongslinum.
– Hon skal ganga í einari brandgulari ketilsdrakt og make up vil avgjørt verða á einum lágum støði, sigur løgreglumaðurin Steve Whitmore til ABC News.
Hald verður millum annað lagt á fartelefonin sum er prýdd av krystalli.
Sambært tíðindastovuni AP fær hon loyvi at koma út úr klivanum ein tíma um dagin har hon kann nýta høvi at hyggja í sjónvarp, luttaka í uttandura aktivitetum og sjálvandi ringja frá einari mynttelefon.
– 45 dagar í hesum fongsli er veruliga hart. Tað er sum at vera í helvitið, sigur sakførarin Dana Cole.
Í februar var hon tikin fyri at koyra vandakoyring uttan koyrikort á Sunset Boulevard.
7. september 2006 fekk hon treytaðan dóm fyri rúsdrekkakoyring . Paris hevur við hesum lógarbrotið ikki hildið seg innanfyri lógarinnar karmar. (be)