Ein meiriluti av danska fólkinum heldur, at tað skal í mesta lagi vera loyvt at fáa sær víndropa ella súgva froðan av einari fatøl, áðrenn ein lógliga kann seta seg við róðrið í bilinum.
54 prosent siga, at promillumarkið í ferðslulógini skal lækkast úr 0,5 niður í 0,2. Tað vísir ein meiningarkanning, sum Zapera hevur gjørt fyri metroXpress.
Stjórin í danska ráðnum fyri ferðslutrygd, René la Cour Sell, sigur, at úrslitið er áhugavert.
“Fólk eru hart ímóti rúsdrekkakoyring. Tað er skammiligt og ikki góðtakandi sosialt,” sigur René la Cour Sell, stjóri í danska ráðnum fyri ferðslutrygd.