Spøkilsisførarin

Ein 40 ára gamli spøkilsiskoyrari, sum var atvoldin til, at fýra fólk doyðu um vikuskiftið, hevði alkohol í blóðinum.

Tað upplýsir Sydøstjyllands Politi fyri TV2/Fyn. Enn er óvist, hvussu nógv hann hevði í blóðinum.

Tann 40 ára gamli maðurin koyrdi á motorvegnum á skeivari breyt. Ein bilførari, sum uppdagaði hann, ringdi til politiið.

Maðurin kláraði at koyra 14 kilometrar í skeivari síðu, áðrenn vanlukkan hendi á motorvegnum við Fredericia.

Maðurin rendi frontalt á ein annan bil við fýra fólkum í.

Tey trý doyðu á staðnum. Tað fjórða doyði á Odense Sjúkrahúsi av løstunum.

 

Scroll to Top