Bussførari svímaði

Bussførari svímaði á motorvegi

Ein danskur turistbussur hjá Øster Lindet Rejser var óhugnaliga nær við at farast í Suðurtýsklandi seinnapartin í gjár. Tað upplýsir týska tíðindastovan DPA.

Politiið á staðnum sigur, at lukkutíð fekk eingin álvarsligt mein.

Bussurin kom koyrandi á motorvegi A3 í Bayern, tá ið tann 58 ára gamli danski sjaførurin brádliga kærdi seg um magapínu.

Hann koyrdi tí inn á eitt hvíldarpláss. Men áðrenn hann fekk støðgað bussinum, svímaði hann.

Tí helt bussurin fram eftir hvílarplássinum við 50 kilometra ferð, har hann rakti tríggjar lastbilar.

Eingin at teimum 28 ferðafólkunum fekk nakað mein, og tað sigur týska politiið er eitt undur.

Scroll to Top