Spøkilsiskoyrari minnist einki
Danski spøkilsiskoyrarin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann hevði eina promillum uppá 0,77 fýra tímar eftir vanlukkuna, ið kravdi fýra mannalív um vikuskiftið. Hann minnist einki frá vanlukkuni.
Tann 40 ára gamli maðurin er eisini skuldsettur fyri óviljað manndráp, rúsdrekkakoyring og fyri at koma øðrum í lívsvanda.
Hann kom í býarrættin í Kolding í dag liggjandi á børu, og hann var illa fyrikomin bæði likamliga og sálarliga.
Tann 40 ára gamli kjøpinhavnarin hevði eina alkoholpromillu uppá 0,77, tá ið hann rendi frontalt á ein mótkoyrandi bilist og var teimum fýra í bilinum at bana.
Vanlukkan hendi, tá ið hann kom koyrandi á skeivari vegabreyt á motorvegi E45 nærindis Lítlabeltsbrúnni.