Tað er næstan ógjørligt at fáa trý klipp
Føroysku myndugleikar ætla at set eina klippikortskipan í verk, uttan nágreiniliga at hava set seg inn í hvørjar avleiðingar skipanin hevur. Ein kann siga, at myndugleikarnir ætla hasta eina stigaskipan ígjøgnum við donskum hagtølum sum ikki eru dagførd, ístaðin fyri at bíða eina tíð fyri at vita hvussu hon vil hilnast í t.d. Danmark. Í Danmark hevur skipanin ikki haft tað virkan sum ætlanin var.
Tað er næstan ógjørligt at fáa trý klipp sum skal til fyri at missa koyrikortið. Síðan skipanin varð set í verk í 2005 eru einans 266 persónar sum hava fingið trý klipp. ferðslugranskarin Michael Sørensen frá Aalborg Universitet sigur, at vandin fyri at verða fangaður av løgregluni er ómetaliga lítil, og at fólk hava varnast, at skipanin als ikki er hættisli. Tá skipanin kom fram minkaði ferðin á vegunum, men nú er ferðin vaksandi aftur, og nøgdin av fólki sum lata lív í ferðsluni er vaksandi í 2007. (be)