Aircondition økir um ferðslutryggleika
80 prosent av øllum nýggjum bilum hava “aircondition”, sigur stjórin Per Flensted frá Waeco Danmark, sum er millum teir stóru útvegarar av lutum til “aircondition”. Per Flensted sigur, at tann svalliga luftin minkar um skaðar í ferðsluni. Veksur hitin inni í bilinum frá 22 til 37 stig, er vandin fyri ferðsluvanlukku 30 prosent hægri, greiður Per Flensted frá til DR-radio. (be)