Visti tú at….

Vanlig reaktiónstíð er innan fyri eitt sekund, tá ein skal bremsa. Koyrir tú skjótt, er tín reaktións tíð sera umráðandi.

Her er eitt yvirlit, hvussu langt tú í roynd og veru koyrir, áðrenn tú setur fótin yvir á bremsuna – hettar strekki eitur reaktiósnlongd.

Reaktiónslongd við ymiskari ferð:
við 30 km/t = 8.3 metrar
við 50 km/t = 13.8 metrar
við 70 km/t = 19.4 metrar
við 80 km/t = 22.2 metrar
við 110 km/t = 30.6 metrar

Bremsulongd: Bilurin bremsar ikki beinan vegin, tá tú traðkar á bremsuna, men bilurin førkar seg fleiri metrar áðrenn hann steðgar. Hesir metrar vera nevndir bremsulongd. hendan longdin skal leggjast saman við bremsulongdini.

Bremsulongdin við yviskari ferð:
við 30 km/t = 6 metrar
við 50 km/t = 16 metrar
við 60 km/t = 24 metrar
við 70 km/t = 32 metrar
við 80 km/t = 40 metrar
við 110 km/t = 80 metrar

Reaktiónslongdin: Við einari niðurbremsing frá 80 km/t koyrir tú enn 22.2 metrar (reaktiónslongd) + 40 metrar (bremsulongd) = 62.2 metrar í alt – áðrenn tú stendur stillur (steðgilongd)!

Bremsulongdin veður enn longri, um tú ert troyttur, ókonsentreraður, ávirkaður av rúsdrekka, rúsevnum ella heilivági. ella um bilurin hevur vánaligar bremsur. So er reaktiónstíðin nevniliga ikki einans eitt sekund! (be)

Scroll to Top