Stjól 123 parkometir
Ein 37-ára gamal maður úr Boston er avdúkaður í at tað er hann, sum í nógvar mánaðir hevur stolið parkometur úr býnum Cambridge tætt við Boston.
Heima hjá manninum fann løgreglan 123 parkometur, har myntsylindarnir vóru tiknir burtur.
Amerikanarnir pota vanliga 25 cent- stívliga ein krónu í parkometrið.
Maðurin stjól parkeringsautomatirnar við at kvetta stólpan yvir har automatirnar vóru á. Tað seinasta árið hevur stuldurin kosta býnum yvir 100.000 dollar uml. 500.000 kr.
Óvissa er um, hvussu nógva úrtøu tann 37-ára gamli maðuirin hevur ogna sær av stuldrinum. (be)