Okkara skalli er settur saman soleiðis, at hann bert megnar ein samanbrest á hægst 30 km/t.
Í ferðsluni eru vit í stórum vanda fyri at verða ákoyrd ella sjálvi koyra á eitt hvørt við munandi størri ferð við eftirfylgjandi ógvisligum skaðum.
Um ein verður ákoyrdur av einum bili við 50 km/t. samsvarar tað einum fallið úr 3. hædd (10 metrar).
Koyrir bilurin 70 km/t. samsvarar tað harafturímóti einum fallið úr 6. hædd.
Vandin fyri einum skaðatilburði á fólk í bygdum øki tvífaldast fyri hvørjar 5 km/t. ein koyrir yvir 60 km/t. (be)