Sangarinnan Britney Spears skal í rættin fyri eitt ferðslumissbrot. Hon risikerar eitt hálvt ár fongsul fyri “hit and run”.
Júst sum tann amerikanska popsildin Britney Spears roynir at gera eitt come back á tónleikapallinum, er hon aftur út fyri einari gølu.
Sambært einum tælsmanni frá tí almanna ákæranum í Los Angeles varð Britney fríggjadagin skuldset fyri sonevnda “hit and run” og fyri at koyra uttan koyrikort.
Skuldsetingin, kann bera við sær, at tann 25-ára sangarinnan og mamma til tvey kann fáa seks mánaðar fongsul og eina bót á 1.000 dollar.
Koyrdi víðari
Britney Spears er ákærd fyri at hava koyrt inn í ein annan bil á einum privatum parkeringsøki í Karliforniska San Fernando Valley 6. august fyri síðani at rýma undan.
Harumframt sigst at Britney ikki hevði eitt gildugt kaliforniskt koyrikort.
Sambært talsmanninum fra ákæra-skrivstovuni , Frank Mateljan, veit hann ikki, um bilurin hjá Britney fekk skaða, ella hvussu nógvan skaða hin bilurin fekk.
Ákæran kemur, fáar dagar eftir at ein dómari hevur boða frá at Britney tvær ferðir um vikuna skal kannast fyri alkohol- og rúsevnisnýtslu. Avgerðin er ein liður í sakini millum snagarinnina og fyrrverandi mann hennara, Kevin Federline, um foreldrarættin yvir børnini hjá teimum. (politikken/be)