Mótsetningar hittast

Tað kann ikki hava verði trupult at fingið smíli fram, tá heimsins størsti maður, Bao Xishun, møtti heimsins minsta mann, He Pingping, í gjár.

Síðsta ár fekk Bao alment tann heiðurin at verða útnevndur sum heimsins størstur maður, tá hann við sínum 2 m og 36 cm varð góðkendur av Guinness Rekordbók. Hansara mótsetningur, He Pingping bíðar enn við at verða almennur góðkendur sum heimsins minsti. Við sínum 73 cm verður hildið at tann 19-ára gamli er sjálvskrivaður til heitið.

Bao Xishun var eisini ovast á tíðindabreddanum fyrr í vikuni, tá hann gifti seg við unnustu sínari gjøgnum mong ár – sum einans er 166 cm.

Eftir tí sum sagt verður er Bao Xishun ein sera fittur maður. Fyri stuttum bjargaði hann tveimum delfinum úr deyðanum, tá hann stakk sínar longu armar niður í teirra háls og tók burtur nakað av plastikki, sum djórini høvdu etið. (be)

Scroll to Top