Koyrdi 131 km/t.

Tikin fyri at koyra 131 kilometrar um tíman

Løgreglan í Havn máldi ferð í Kollafirði um vikuskiftið, og tað gekk út yvir tveir bilførarar, sum koyrdu ov skjótt. Ein varð tikin fyri at koyra 131 km/t, og hann misti koyrikortið á staðnum. Ein annar varð skrásettur fyri at koyra 123 km/t. og hann misti koyrikortið treytað.

Reglan er, at koyrir tú 50 yvir loyvda markið, missir tú kortið á staðnum, koyrir tú 30 yvir, er frádømingin treytað. Annars vikuskifti verið hampiliga friðarligt. Hóast hálku, hava eingi ferðsluóhapp verið av hesum. (úf)

Scroll to Top