300 høsnarungar doyðu av ræðslu
Ein 17-ára gamal fullur maður var sunnumorgun orsøk til at 300 høsnarungar doyðu. Tann 17-ára gamli týskarin, var á veg heim í einum vøruvogni, men hevði vist nokk fingið sær ov nógv upp í nevið av rúsdrekka, sum endaði við, at hann koyrdi beinleiðis inn í ein høsnagarð við 1000 fuglum.
Tað íbirti sjálvandi rumbul millum allar hønurnar, at ein stórur partur mátti lata lív av berum skelki.
– Nakrir høsnarungar vóru so frá sær sjálvum, at teir runnu beinleiðis inn í veggin og doyðu.
– Aðrir doyðu rætt og slætt av hjartasteðg, sigur ein talsmaður frá staðnum.
Tann 17-ára gamli royndi at rýma í mongdini á einum nærliggjandi sølutorgið, men var tó skjótt handtikin av løgregluni. (be)