155.000 kr. í bót

Svenskur millióningur rindar 155.000 krónur við kassa eitt, men er tó skelkaður yvir upphæddina, skrivar expressen.se.

Eftir ein koyritúr á Álandi, hvar høgri fótur lá í so tungur á spitaranum, vísti løgreglan manninum fram eitt sektaruppskot á 155.000 krónur.

– Eg setti meg niður í sjokk. Men eftir nakrar dagar var eg førur fyri at finna fram smílið. Eg eri førur fyri at gjalda bótina, men tað eru nógvir pengar, sigur millióningurin til expressen.se.

Tann 62-ára gamli svenskarin koyrdi 67 km/t í einum 30 km/t øki.

Í rættinum metti dómarin misbrotið til 50 dagbøtur á 410 euro ella 155.000 krónur.

Millióningurin heldur uppá, at ferðin er ein misskiljing.

– Eg helt, at tann vegurin eg koyrd í gjøgnum skógin, var ein landavegur við einari hægst loyvdari ferð á 80 km/t. Tað var næstan ógjørligt at síggja láferðingarskeltið á 30 km/t. sigur tann 62-ára gamli. (be)

Scroll to Top