Ferðsluoffur á lívi

 

Soleiðis greiðir Carlos Camejo, sum var lýstir til at vera deyður eftir eina ferðsluvannlukku og tikin við til líkuppskurð á líkhúsinum.

Tann 33 ára gamli úr býnum La Victgoria í Venesuela raknaði við aftur, tá læknarnir byrjaðu líkuppskurðin við at skera í andlitið á honum.

Tá feilurin rann upp fyri teimum skelkaðu læknunum, skundaðu teir sær at seyma skurðin saman aftur, skrivar avísin El Universal.

Tá hansara ólukkuliga kona stutt aftaná kom á líkhúsið fyri at eyðmerkja sín mann, møtti hon honum í geingini – á lívið.

Carlos Camejo kann prógva sína ótrúligu søgu við einum líkskurðfrágreiðing, sum upplýsir deyðsorsøk og – tíð, samann við arrinum á andlitinum. (be)

Scroll to Top