Sovnaði fyri reyðum ljósið
Ein 78-ára gamal pensjónistur úr Sveis steinsovnaði, meðan hann bíðaði eftir grønum ljósið í einum krossvegi. Hinir bilistarnir fingu ikki lív í hann aftur.
Tann 78-ára gamli pensjónisturin Urs Maurer úr Bottmingen í Sveis var nakað so troyttur, tá hann herfyri fór út í ferðsluna. Meðan hann var steðgaður fyri reyðum ljósið í einum krossvegi, steinsovnaði hann. Tá ljósið skiftið til grønt, byrjaðu teir ótolnu bilistarnir aftanfyri Urs Maurer at floyta. Uttan at hann vaknaði. Fleiri av bilistunum fóru út og bankaði uppá vindeygað hjá tí steinsovandi pensjónistinum, men ikki ein gang hettar fekk hann til at vaknað úr sínum tornarósusvøvni.
Fyrst tá løgreglan sum var boðsend, fekk opnað hurðina hjá honum og eftir at hava rist hann, vaknaði hann.
Urs Maurer greiddi frá, at hann júst hevði etið rættiliga nógv til morgunmat, og at hann kendi seg svøvntungan, tá hann kom til tað reyða ljósið. Koyrirætturin er nú fyribils tikin frá honum. (be)