Var yvirhála av sínum egna stjolna bili
Ein kvinna, sum júst hevði fingið sín bil stjolnan, var náttina til sunnudagin yvirhála av sínum egna bili, tá hon koyrdi á motorvegnum.
Ein biltjóður hevði ikki eyðnuna við sær, tá hann var tikin av bóli av eigaranum av bilinum, sum hann akkurát hevði stjolið.
Kvinniligi eigarain av bilinum koyrdi sjálv á motorvegnum í einum bili hon hevði lánt, tá hon brádliga var yvirhála av sínum egna bili, sum hon júst hevði melda stjolnan.
Hon ringdi beinanvegin til løgregluna, sum fór avstað beinanvegin . Stutt aftaná handtóku teir 35-ára gamla biltjóðin. (be)