Herð rúsdrekkalógina og bjarga menniskjalívum
Ein nýggj kanning vísir, at um aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka verður hækkað upp til 21 ár, fellur talið av álvarsligum ferðsluóhappum millum ung við 11 prosentum.
Ein av niðurstøðunum í eini sera umfatandi rúsdrekkakanning, sum er gjørd í Amerika, er: Rúsdrekkaforboð kann bjarga menniskjalívum.
James C. Fell, ið er høvuðsmaðurin handan kanningina, sigur, at tað er tikið hædd fyri ymiskum umstøðum, men hann metir tó, at talið 11 % er ógvuliga lágt mett út frá kanningunum.
Fyrr hava tað verið gitingar um, at samband var millum aldursmarkið til at keypa rúsdrekka og deyðsvanlukkum í ferðsluni. Nú ber tað endiliga til at staðfesta hetta, sigur James C. Fell.
Kelda: Kristeligt Dagblad / 123.fo