Kvinna fekk koyrikort
Henda 62 ára gamla kvinnan úr Wrexham í Norfolk í Onglandi fekk koyrikort, men tað tók henni 27 ár at náa hesum málinum
Hon er dumpað 16 ferðir í koyring og hevur sjálv tikið seg aftur 35 ferðir. Eisini er hon dumpað 50 ferðir í fyrireikandi royndini hjá slálvum koyriskúlanum.
26. juni royndi hon so aftur, og hesuferð eydnaðist henni at sleppa av við L skilti. Íalt hevur kortið kostað henni yvir 150.000 krónur, men hon leggur ikki so nógv í tað, tí útreiðslan er toygd yvir drúgva tíð. Hon hevur havt nógvar ymiskar koyrilærarar, tí fleiri teirra orkaðu ikki meira, men sjálv hevur hon strembað eftir málinum øll árini, og nú er hetta nátt
Kelda: Press Associated / 123.fo