Peugeot vísir ein fullkomiliga nýggjan bil í París í næstu viku. Ein hybrid við 200HK.
Prologue eitur nýggja undurið. Talan er um ein hybridbil, sum við nýggjari tøkni hevur heilar 200HK – men bara eitt útlát uppá 109 g/km, tá hann dálkar mest – og 0 g/km, tá hann bara koyrir uppá el.
Peugeot hevur sent hesa myndina við fráboðanini.
Ó. J. Rólantsson / www.bil.fo