145 fingið klipp

Klippikortsskipanin tað fyrsta hálva árið

Klipp, Klipp, Klipp. Nú er ½ ár liðið, síðani nýggja lógin um Klipp í koyrikortið varð sett í gildi. Ì hesum sambandi hevur verið ein eftirmetingarfundur millum Politiið, RFF, Akstovuna, VMR, og Landsverk. Á fundinum vóru millum annað framløgd hagtøl yvir klipp í tíðarskeiðnum 01.01.2008 til 30.06.2008.

Samlað eru tað 145 persónar, ið hava fingið klipp í koyrikortið tað seinasta ½ árið og av hesum hava 5 persónar fingið 2 klipp.

Tey ferðslumisbrot, ið eru komin oftast fyri, eru ov høg ferð, trygdarbelti og yvirháling. Yvirlitið fortelur at :

Ov høg ferð hevur verið við til at 76 persónar við akførum á 3500 kg. hava fingið klipp í koyrikortið, av tí at tey hava brotið ásetta ferðmarkið í bæði óbygdum og bygdum økið við 20 km/t ella meira.

· 38 bilførarar hava fingið klipp í koyrikortið, av tí at hesi ikki høvdu syrgt fyri, at børn undir 15 ár vóru spent í kravdu trygdarútgerðini.

· 14 bilførarar hava fingið klipp, av tí at hesi hava yvirhálað í støðum, har forboð hevur verið, og 2 bilførarar hava yvirhálað skilaleyst.

· eru 5 bilførarar, ið hava fingið klipp fyri at koyra fram ímóti reyðum ljósi, og somuleiðis eru 5 persónar, ið hava brotið ásetingar um víkiskyldu.

Eisini eru 3 bilførarar, ið hava koyrt við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar. Og 2 bilførarar hava koyrt í mótkoyrandi farbreyt, meðan 5 eru farnir um hindrunarstriku.

Kelda: www.politi.fo

 

Scroll to Top