Bang & Olufsen hevur framleitt ljóð anlegg til Aston Martin DBS.
Í góðar nýggju mánaðir hava Bang og Olufsen og Aston Martin verið í samstarvi um nýggja DBS modellina hjá Aston Martin. Bang og Olufsen hevur fingið til uppgávu at gera ljóð anleggið til bilin.
Tað nýggja ljóð anleggið kemur at eita Bang & Olufsen BeoSound DBS, og tað kemur á marknaðin í komandi ár. Eftirfylgjandi kemur eitt anlegg til sjálvan bilin.
Karl Kristian Hvidt Nielsen, stjóri í B&O, sigur, at samstarvi við Aston Martin, ið er eitt av heimsins sterkastu brands, er týdningarmikil fyri menningina hjá B&O av high-end ljóð anleggum til bilar.
Kelda: Business.dk /123.fo