Landsvegirnir falla

Landsvegirnir falla í órøkt, tí játtanin er minkað so nógv

Frá 1996 til 2007 er játtanin til viðlíkahaldið av landsvegunum minkað umleið 15 prosent. Samstundis eru rakstarútreiðslurnar á fíggjarlógini øktar 76 prosent. Avleiðingin er, at vegirnir falla í órøkt, staðfestir ein frágreiðing hjá Landsverki.

Búskaparvøksturin seinastu 10 árini hevur annars gjørt, at alt fleiri bilar slíta landsvegirnar. Frágreiðingin vísir, at slitið á vegirnar – umroknað til krónur sama tíðarskeið – er økt eini 26 prosent. Harafturat er vegakervið eisini vaksið nakað í kilometrum.

Játtanin til viðlíkahald er umleið 50 milliónur krónur. Um játtanin skuldi fylgt útreiðsluvøkstri, øktum sliti og størri vegalongd, skuldi játtanin verið tvífalt so stór, vísir frágreiðingin. (ú.f)

Scroll to Top