Farvæl prutl!

Elektriskar (motor)súkklur, sum koyra 80 km/t, verða møguliga so vælumtóktar, at prutlin fer í søguna. 

Hetta er ein menniskja/maskinuhybrid. Hon verður rikin av einum elektriskum motori uppá 9 kW og 75 newtonmetrar, sum fær streym frá einum nano-fosfat-lithium-ion-battaríi.

Viss tú ikki misti tráðin har, so leggja vit aftrat, at hendan súkklan ongan spitara hevur. Ferðin avhongur av, hvussu hart tú trakkar – tøknin styrkir so effektina av tínum lagaliga trakki og gangar við 50, t.v.s. at tú klárar at trakka frá o til 100 líka skjótt sum ein vanlig motorsúkkla. Í øllum førum upp á 80 km/t.

Hetta fantastiska apparatið er framleitt í Berlin og 10 súkklur eru gjørdar. Súkklan vigar undir 100 kg og skal nú kannast og støða skal takast til hópframleiðslu. Fleiri tíðindafólk, sum hava sæð súkkluna og roynt hana halda, at hetta verður súkklan, sum fer at troka prutlina út av marknaðinum. Súkklan skal framleiðast í Kina. (bil.fo)

Scroll to Top