Greenpeace finst at elbilum
Summir elbilar eru umhvørvissvín, sigur Greenpeace.
Greenpeace hevur sera greiðan politikk, tá tað snýr seg um elbilar. Elbilar eru loysnin og elbilar eru framtíðin. Men um battaríini skulu løðast av kolorkuverkum ella dieselverkum, so svína elbilarnir uppá seg meira enn vanligir bilar gera.
Loysnin er tann ætlaða danska við battaríum, sum kunnu býtast um á støðunum, og sum bert verða lødd upp um næturnar við avlopselmegi frá vindmyllum.
Týsdagin sýndi Greenpeace sína ónøgd við týsku loysninna, har orkan kemur frá kolorkuverkum, við at mála ein Smart og ein Mini sum ljósareyðar grísar – báðir elbilar, sum verða brúktir til býarkoyring í Berlin.
Annars heldur Greenpeace, at elbilar fara at loysa framtíðarinnar flutningstørv uttan at dálka. (Ó. J. Rólantsson)