Bestur koyriskúli í Føroyum
Nýggjastu hagtøl frá Akstovuni vísa at KOYRILÆRARIN /Benny Ejdesgaard hevur so nógv tað lægsta dumpiprosent í teori og koyring.
Eitt vet av sjálvrósið er altíð loyvd tá tað byggir á veruleikan. Enn einaferð var Koyrilærarin /Benny Ejdesgaard bestur tá tað ræður um at hava lægsta tal viðvíkjandi dumping í teori og koyring.
Væl vitandi um at tað eru ávísir koyrilærarar sum lýsa og “rópa” upp um at teir hava tey lægstu tølini so er gott at vita at Akstovan kann vátta, at so er ikki. Tað er harmiligt at hesir persónar boða frá órættum og at teir alment lýsa við at teir hava tann koyriskúlan har flest næmingar klára royndirnar.
Nú kann ein og hvør ringja til Akstovuna og fáa upplýst hvør tað er sum hevur hægst tal fyri hvørji klára baði teori og koyring. Svarið er einfalt…..koyrilærarin Benny Ejdesgaard… a ja gott við eitt sindur av sjálvrósið, tá tað byggir á fakta so man tað allarhelst ikki bila.